Ungir handilstjóvar

.

Mikudagin var politiið í SMS eftir tveimum ávikavist 16 og 17 ára gomlum gentum, sum høvdu kent seg freistaðar av onkrum vørum,, ið tær so høvdu stungið í lumman. Tær fóru við á støðina, har politiið og barnaverndin tosaðu við tær. Slíkt hendir javnan.

Men tað eru ikki bara ung, sum verða freistað at stjala. Av og á verður politiið boðsent eftir heilt eldri fólki, sum hava tikið vørur í handlum, og tað kunnu vera fólk, sum annars er væl fyri.