Ungir høvundar hittust

Tað ljóðaði lovandi, tá fýra av okkara yngru høvundum lósu upp úr komandi útgávum á Mentanarnáttini seinasta fríggjadag

Stillføri og marrudreymar
Sigrið Gaini hevið valt at lesa styttri yrkingar úr sínum trimum yrkingasøvnum Soflúgv, Orð og andlit og 2002 nætur. Fyrsta savnið hjá Sigrið kom út í 1997, og í fjør gjørdi hon rættiliga vart við seg, tá hon vann M.A. Jacobsens virðisløn fyri fagrar bókmentir fyri savnið 2002 nætur. Í grundgevingini vísti nevndin á kensluliga huglagið í yrkingunum hjá Sigrið, har stillføri við kílum av harðligum myndum skapa eina heilt serliga rødd í føroyskum skaldskapi.
Hóast unga aldurin, er Marjun Kjelnæs ein royndur høvundur eftirhondini. Hon hevur vunnið fleiri stuttsøgukappingar, og lesarar tóku væl ímóti hennara fyrstu og higatil einastu útgávu Ein farri av kolvetni, sum kom út síðsta ár. Á Mentanarnáttini hevði Marjun tó valt at lesa brot úr eini stuttsøgu, hon enn ikki er heilt liðug við. Í søguni vaknar Timotus Thomsen úr einum marrudreymi um abba sín, sum samlar skotvápn. Hesir báðir hava eitt heilt serligt samband við hvønnannan, sum ikki bara er hugnaligt. Hvussu søgan endar, máttu árhoyrarnir fyribils gita seg til. Men eftir tí, vit hoyrdu, er Marjun Kjelnæs í ferð við at troyta nýggjar møguleikar í síni skriving.
Messias og flugan
Petur Elias Askham er á veg við síni fyrstu skaldsøgu, sum ætlandi kemur út í heyst. Skaldsøgan hevur fingið heitið Messias II og snýr seg um Adam, sum líður av stórlæti og einum messiaskompleksi, sum Petur tók til. Og brotið, hann hevði valt at lesa, avdúkaði, at Adam dámar væl at brúka stór orð. Í samrøðuni millum hann og gamla Gabriel fuku banniorðini um oyruni á áhoyrarnum á ein hátt, vit ikki eru serliga von við á føroyskum, men sum uttan iva hóska høvuðspersóninum væl.
Seinasti høvundurin, sum las upp, var eisini tann einasti, sum ikki hevur givið nakað út enn. Men forsmakkurin, áhoyrarnir fingu hendan dagin, var lovandi - ikki minst tá Bárður Persson las yrkingina "Maðurin og flugan", ein fyndug lýsing av einsamalla manninum, sum tekur eina flugu á eini café við sær til hús fyri at - ja, møguliga fyri ikki at kenna seg so einsamallan.
Við einum smíli takkaði Bárður Persson fyri at verða umtalaður sum høvundur, og vónaði, at hann hevði uppiborið heiðurin. Tað fáa lesarar høvi at meta um seinni í ár, tá Bárður væntar at geva sítt fyrsta savn av prosakendum yrkingum út.