Í annaðkvøld, týskvøldið 21. juni klokkan 18, letur upp forvitnislig framsýning av plakatum, ið ungir føroyingar hava gjørt til plakatkappingina, sum eg.fo skipaði fyri fyrr í ár.
Hepni vinnarin gjørdist Solveig Hansen, sum vann 2.500 kr frá Trygd, umframt tvey vikuskiftispass frá G! og tvey vikuskiftispass frá Summarfestivalinum.
Nú verður møguleiki hjá almenninginum at síggja tey innkomnu uppskotini, sum eru sera fjølbroytt og kortini heilt í samsvari við evnið.
Tey ungu, ið hava sent inn, hava lýst virksemið hjá Tú & Eg ráðgevingin hjá Barnabata, men hava annars ongar avmarkingar fingið og tískil er úrslitið sera ymiskt.
Tá ið framsýningin letur upp, fer Fríði T. Bjørgvin at syngja og spæla nøkur løg.
Framsýningin verður opin til og við fríggjadagin 8.juli. Opið verður allar gerandisdagar kl 14-18.










