FM fyri ung í borðtennis hevur verið í høllini í Trongisvági hetta vikuskiftið. Byrjað varð við teimum yngstu deildunum fríggjadagin, og í gjár, leygardagin, spældi restin av ungdómsdeildini.
Skipanin í FM er soleiðis, at fýra tey fremstu í hvørjari deild fluttu upp í næsta árgang, og soleiðis kundi ein leikari vinna seg uppeftir í deildunum. Spælt varð bæði í einmansleiki og í tvímansleiki.
Fyriskipararnir eru væl nøgdir við kappingina, har spælið var heilt gott, og eisini gekst skjótt og væl at avgreiða kappingina.
Ein heimlig kapping er nú eftir í hesum kappingarárinum. Tað er FM fyri vaksin í høllini á Hálsi, har innleiðandi spæl verður 9. apríl og stóri finaludagurin, Kontrast FM, saman við judo og badminton, verður 10. apríl.
FM ung - føroyameistarar
##med2##
Smápiltar
1. Páll Hansen Sørensen (TBF)
2. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
3. Rói Mortensen (TBF)
3. Líggjas Reynstind (Tór)
##med3##
Smápinkur
1. Hadassa Christiansen (Tór)
##med1##
Piltar
1. Poul Knút Poulsen (TBF)
2. Hans Jacob Gaard Petersen (TBF)
3. Janus Ferjá (Tór)
3. Páll Hansen Sørensen (TBF)
##med4##
Smádreingir
1. Silas Rasmussen (Tór)
2. Gunnar Vang Niclasen (Tór)
3. Bárður Enni Danielsen (Tór)
3. Josvá F. Højgaard (TBF)
##med5##
Smágentur
1. Blanka Zachariassen (Tór)
2. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
3. Hadassa Christiansen (Tór)
##med6##
Dreingir
1. Silas Rasmussen (Tór)
2. Gunnar Vang Niclasen (Tór)
3. Reinar Garðshamar (TBF)
3. Bárður Enni Danielsen (Tór)
##med7##
Gentur
1. Marin Elisabet Poulsen (TBF)
2. Blanka Zacharissen (Tór)
3. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
3. Hadassa Christiansen (Tór)
##med8##
Mansunglingar
1. Ári F. Jensen (Tór)
2. Heri Lava Láadal (Tór)
3. Bárður Enni Danielsen (Tór)
3. Gunnar Vang Niclasen (Tór)
##med9##
Kvinnuunglingar
1. Marin Elisabeth Poulsen (TBF)
2. Anja Wongwai (TBF)
3. Sólja H. Djurhuus (Tór)
3. Britt Michelsen (Tór)
FM ung, føroyameistarar - tvímansleikur
(myndir síggjast á btsf.fo)
Smápiltar - tvímansleikur
1. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór) / Líggjas Reynstind (Tór)
2. Páll Hansen Sørensen (TBF) / Rói Mortensen (TBF)
Piltar - tvímansleikur
1. Hans Jacob Gaard Petersen (TBF) / Ólavur Hammer (TBF)
2. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór) / Janus Ferjá (Tór)
3. Poul Knút Poulsen (TBF) / Lias Arnason (TBF)
3. Rói Mortensen (TBF) / Páll Hansen Sørensen (TBF)
Smádreingir - tvímansleikur
1. Silas Rasmussen (Tór) / Bárður Enni Danielsen (Tór)
2. Mattias Kerá (Tór) / Rasmus T. í Skorini (Tór)
3. Gunnar Vang Niclasen (Tór) / Hans Elias Arge (Tór)
3. Gilli Poulsen (Tór) / Aleksandur Lauritsen (Tór)
Dreingir - tvímansleikur
1. Silas Rasmussen (Tór) / Bárður Enni Danielsen (Tór)
2. Jósva F. Højgaard (TBF) / Reinar Garðshamar (TBF)
3. Mattias Kerá (Tór) / Rasmus T. í Skorini (Tór)
Gentur - tvímansleikur
1. Marin Elisabet Poulsen (TBF) / Blanka Zachariassen (Tór)
2. Elsa Kathrina Gisladóttir (TBF) / Hadassa Christiansen (TBF)
Mansunglingar - tvímansleikur
1. Heri Lava Láadal (Tór) / Ári F. Jensen (Tór)
2. Silas Rasmussen (Tór) / Bárður Enni Danielsen (Tór)
3. Jósva F. Højgaard (TBF) / Reinar Garðshamar (TBF)
Kvinnuunglingar - tvímansleikur
1. Britt Michelsen (TBF) / Anja Wongwai (TBF)
2. Marin Elisabet Poulsen (TBF) / Sólja H. Djurhuus (Tór)
3. Hadassa Christiansen (Tór) / Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)
Blandaður tvímansleikur
1. Marin Elisabet Poulsen (TBF) / Heri Lava Láadal (Tór)
2. Sólja H. Djurhuus (Tór) / Ári F. Jensen (Tór)
3. Blanka Zachariassen (Tór) / Silas Rasmussen (Tór)
3. Britt Michelsen (TBF) / Josvá F. Højgaard (TBF)