Ungir dreingir royna sjólívið

"Lívið hjá praktikantunum umborð á Tróndi í Gøtu".

Tað er yvirskriftin á heimasíðuni hjá Varðanum í Gøtu í dag.

Tað er Varðin, sum eigur uppsjóvarskipini, Trónd í Gøtu, Finn Fríða, Jupiter og Saksaberg.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at starvsnæmingar eru umborð á hesum skipum, og lítið man vera at ivast í, at hetta veruliga er nakað fyri ungar dreingir.

Tað er ein av manningini umborð á Tróndi í Gøtu, ið hevur tikið myndirnar av starvsnæmingunum, sum Portalurin eisini loyvir sær at leggja út.

Starvsnæmingarnir, sum eru Tóri Nielsen og Marni F. Joensen, hava verið umborð á Tróndi í Gøtu síðan 2. januar.

Teir ganga báðir í Miðvágs/ Sandavágs skúla.