Ungir danir drekka mest

Tey 15-16 ára gomlu í Danmark drekka meiri og oftari enn teirra javnaldrar í 35 øðrum londum í Evropa. Tað er niðurstøðan í einari kanning av rúsdrekka- og rúsevnavanunum hjá skúlaungdómi í Evropa.

Tá tað snýr seg cum royking ella rúsevni, eru tey ungu í Danmark ikki verri enn í øðrum londum, men verri er, tá tað snýr seg um drekkivanarnar. Í 2011 drukku tey ungu í Danmark næstan ein litur av reinum alkoholi í meðal. Tað er næstan tvær ferðir meiri enn meðalnýtslan í Evropa og væl meiri enn tey ungu í Finnlandi, sum eru á øðrum plássi.

Kanningin vísir, at tey ungu í Noregi og Svøríki brúka nógv minni alkohol enn teirra javnaldrar í Danmark og Finnlandi.