Ungir blásarar spæla í Disneyworld

Hósmorgunin fór Havnar Ungdómshornorkestur til Frankaríki, har tey skulu spæla fýra konsertir. Tey eru m.a. sloppin at spæla einum palli í Disneyworld í Paris, har pláss er fyri 3.000 áhoyrarum

Tað vóru nakrir sera spentir ungdómar, sum fóru við flogrutuni av Farstøðini í gjáramorgunin. Tað var Havnar Ungdómshornorkestur, sum fer avstað til Paris, har tey skulu spæla horntónleik fyri parisbúgvum.
? Hetta er blivin ein vani, at vit á hvørjum ári fara uttanlands at spæla. Í ár gongur leiðin so til Frankaríki, og tað gleða vit okkum til, sigur ein av limunum í hornorkestrinum, Dávur Magnussen, sum hevur tikið sær venjingini tann seinasta mánaðin.
Fyri tveimum árum síðani vóru teir ungu blásararnir í Bergen í Noregi, og í fjør gekk leiðin til Aberdeen í Skotlandi.
Dávur sigur, at tey eru meira spent uppá hesa ferðina, tí áður hava tey staðið og spælt á onkrari tilvildarligari gøtu í Bergen, men í ár eru tey sloppin á pall í Disneyworld.
Tey hava søkt um at sleppa framat í ævintýrlandinum hjá Walt Disney og fingu játtandi svar eftir at hava sent bond við tónleikinum hjá orkestrinum til fyriskipararnar. Í hesum døgum skipar Disneyworld fyri einum tiltaki, ið nevnist Magical Music Days, og tað er ein liður í hesum tiltaki, at hornglaðir ungdómar úr Havn sleppa at framføra sín tónleik. Tey vænta, at eini 2-3.000 fólk fara at vitja konsertina hjá teimum.
Tríggjar aðrar konsertir vera í París, men fyri at sleppa framat á hesum støðum hevur orkestrið goldið pening, og tað sigur nakað um tað tónleikaumhvørvið, har Havnar Ungdómshornorkestur fer at spæla.

17 blásarar
Tilsamans seytjan spælarar í aldrinum 11 til 16 ár eru við á ferðini umframt fýra foreldur. Tey hava vant saman allan vetur, og lærari hjá teimum er Kenneth Philip Jones, sum er úr Wales. Hann hevur veriðí Bretlandi í summarfrítíð, og hann stendur fyri orkestrinum í París.
Dávur Magnussen greiðir frá, at orkestrið fer at spæla horntónleik, sum er lættur hjá fólki at lýða á. Hann nevnir verkini ?Music to watch girls by? og ?Jeepers creepers?. Harumframt fer hornorkestrið at spæla nakað av klassiskum tónleiki. Hetta er meira lívligur tónleikur enn vit kenna frá Havnar Hornorkestri og GHM.
Ferðalagið kemur heimaftur til Føroyar 12. juli.