Ungir arabar biðja um umbering

Meðan øði og mótmæli eru um allan arabiska heimin ímóti Danmark, vísa nakrir ungir muslimar, at tað eisini eru fólk, ið ikki eru so víðgongd í hesum londum.


Á heimasíðuni sorrynorwaydenmark.com biðja nakrir ungir arabar og muslimar um umbering, fyri ørskapin hjá nøkrum víðgongdum muslimum. Hesi ungu fólk vilja við heimasíðu síni vísa á, at eisini í arabiska heiminum finnast nógv vanlig skilagóð fólk.
 
Sagt verður millum annað á síðuni, at flestu muslimar taka frástøðu frá harðskapinum, men at í hesum miðlaheimi verða tey, ið rópa harðast og eru mest víðgongd, tey, ið seta dagskránna.
 
Sagt verður somuleiðis, at hesir ungu muslimar halda tekningarnar í Jyllands Posten vera sera ófantaligar og særandi, umframt at hetta tíðindablað hevur orð á sær, at prenta fornermandi tilfar. Men halda ikki, at hetta er ein orsøk til at skerja talufrælsið. Tí tað eru nógvir mátar at vísa sína ónøgd við blaðið. Eitt nú við at lata vera við at keypa tað, ella at svara í lesarabrøvum. Eisini kann man boykotta tey, ið samstarva við hetta blað. Men tey halda, at tað er burturvið at kasta eitt heilt fólk fyri hatur og boykotta allar vørur hjá einum landi, tí at eitt tíðindablað fornermar teg.
 
Tey biðja inniliga um umbering vegna arabiska fólkið fyri tað, ið er hent seinastu dagarnar. Til ber at vitja síðuna. á www.sorrynorwaydenmark.com, har er eisini lívligt kjak í gestabókini.