Ungi maðurin druknaði

Um ellivu tíðina sunnumorgunin varð líkið av tí unga manninum, ið hvarv leygarnáttina, funnið. Froskmenn funnu unga mannin á sjónum við keiina á vestaru síðu í Klaksvík.



23 ára gamli maðurin varð eftirlýstur í leygarkvøldið, og í Klaksvík fóru tey at leita á sjógvi og landi, um miðnáttarleitið varð fartelefonin hjá honum funnin á bryggjuni, og tveir froskmenn fóru hóast myrkt var á sjógv at leita. Tó var sýnið so ringt, at einki varð funnið. Leitingin helt fram til kl. fýra sunnunáttina.
Sunnumorgun um hálvgum ellivu tíðina var aftur fari at leita framvið sjóvarmálan, og stutt eftir fóru froskmenn niður. Bert eitt lítið bil gekk, áðrenn líkið varð funnið.
Maðurin var síðst sæddur um fýra tíðina leygarnáttina á vestaru síðu av Klaksvíkini á veg úteftir, tí var alla tíðina leitað í hesum øki. Løgreglan hevur onga ábending um, hvat er hent. Men eins og í restini av landinum var veðrið leygarnáttina sera ringt í Klaksvík.