Ein kanning ímillum danskar ungdómar vísir, at nógv teirra hava roynt rúsevni sum hasj og amfetamin.
Í kanningini vórðu dreingir og gentur ímillum 16 og 20 ár spurd, um tey høvdu roynt rúsevni. Tað vísti seg, at 44 prosent av dreingjunum svaraðu ja, og tað gjørdu 36 prosent av gentunum eisini. Í einari tilsvarandi kanning fyri trimum árum síðani svaraðu 40 prosent av dreingjunum og 31 prosent av gentunum, at tey høvdu roynt rúsevni.
Anne-Amrie Sindballe í heilsustýrinum sigur við Jyllandspostin, at kanningarúrslitið er ørkymlandi, tí tað vísir, at tey seinastu fimtan árini eru tað altsamt fleiri og fleiri danskir ungdómar, sum hava roynt okkurt rúsevni. Hon fegnast kortini um, at sambært kanningini hava tey flestu bara roynt rúsevni, men at tey ikki nýta tað.