10.000 donsk ungfólk millum 15 og 17 ár eru hvørki í skúla ella læru, og tey hava heldur einki arbeiði. Hagtøj hjá OECD vísa, at ungfólk í stórum tali eru hvørki til arbeiðis ella í skúla, men ganga fyri einki.
Støðan er tann sama í Danmark, og sambært Jyllands-Postinum hava 10.000 donsk ungfólk einki at fara upp til.
Tað kemur fram í einari kanning, sum danska arbeiðsgevarafelagið hevur gjørt. Hon vísir, at 21.000 ung millum 15 og 17 ár eru hvørki í skúla ella í læru, og at 10.000 teirra hava heldur einki arbeiði.
Bertel Haarder, skúlamálaráðharri, ásannar fyri blaðnum, at talan er um ein stóran trupulleika, sum lutvíst stendst av altjóða fíggjarkreppuni. Stjórnin fer at taka neyðug stig nú, sigur hann.