Ungfólk á filmsskúla í Nólsoy

12ungfólk hava í eina viku verið ígjøgnum eina intensa og læruríka gongd, har endamálið hevur verið at lært tey at gera film.

Hollywood pluss Nólsoy gevur Nollywood, og Nóllywood er filmssummarskúli fyri ung millum 13 og 17 ár, sum farnu vikuna hevur verið í Nólsoy. 12 luttakarar hava í eina viku verið ígjøgnum eina intensa og læruríka gongd, har endamálið hevur verið at lært tey at gera film.

Fyrstu dagarnar arbeiddu tey í smærri bólkum við bundnum uppgávum. Síðani hava tey sjálvi gjørt hugskot, leikrit, storyboard, upptøkulista og annað. Tey hava síðani valt leiklutir, so øll hava haft teirra egna ábyrgdarøki, tá tey fóru undir stóru felagsuppgávuna: At gera ein fimm minuttir langan stuttfilm - frá hugskotið til lidna framleiðslu.

Forðingarnar á vegnum hava ikki skortað: Veðrið var ikki heilt eftir vild, onkrar tekniskar avbjóðingar vóru - og so fór streymurin mitt í klippingini.

Tiltakið endaði við filmssýning sunnudagin.