Fleiri og fleiri ungfólk brúka frítíðina á teldustovum og á internetinum, og í Danmark hava fimm kommunur leita sær hjálp á viðgerðarheiminum Ringgården, sum viðger fólk, sum hava eina sjúkliga trongd til spøl.
Hetta skrivar danska avísin Politiken, sum eisini veit at siga, at ungfólk í Danmark brúka so nógva tíð frammanfyri telduni, at dagligi tørvurin á mati, svøvni og sambandi við fólk verður uppflytur frammanfyri telduskermin.
Talan er um veruligt misbrúk, sum hvønn mánað kostar ungfólkunum túsundtals krónur.
? Vit hava fleiri ungfólk, sum hava trupulleikar, tí tey eru bundin at internetinum á teldustovum, og vit hava verið noydd at fara á hesar teldustovur fyri at fáa ungfólkini heim, sigur Hans Peter Hansen, sum er leiðari av einum ungdómsstovni í Ballerup í Danmark.
Hann hevur sent fleiri ungfólk í viðger á Ringgården, sum millum annað hjálpir fólki, sum misnýta internetið.
Flýggja frá veruleikanum
Á Ringgården hava tað seinasta árið verið 36 ungfólk í viðger, tí tey hava verið bundin at internetinum.
? Eg haldi ikki, at fólk eru greið yvir , at tað eru ungfólk, sum liva teirra lív á internetinum, sigur leiðarin av Ringgården, Michael Bay Jørsel við Politiken.
Misnýtsla av interneti kann hava við sær alskyns trupulleikar. Fólk kunnu fáa stóra skuld, og tey gera einki við skúla-gongdina.
Hetta eru somu avleiðingar, sum ludomani vanliga hevur við sær, men munurin millum ludomani og ovurnýtslu av internet er, at fólk, sum eru rakt av ludomani, spæla fyri at vinna pengar, meðan tey, sum misnýta internetið, royna at flýggja frá veruleikanum.
Eisini í Føroyum er nýtslan av interneti nógv økt seinastu árini. Teldustovurnar eru nú at finna á øllum teimum stóru støðunum, og tað eru alsamt fleiri heim, sum hava internetsamband. Enn vita vit tó einki um, at føroysk ungfólk hava fingið hjálp, tí tey eru vorðin bundin at internetinum.