Eftir uppskoti frá Miðflokkinum samtykti Løgtingið longu í 2005 eitt uppskot um ungdómsumboðan í almennum nevndum, ráðum og stýrum.
Samtyktin segði, at Landsstýrið skuldi kanna, hvussu føroyski ungdómurin kundi fáa økta ávirkan í samfelagnum. Men, sigur Bill Justinussen, eingin slík kanning er gjørd enn. Hann spyr tí løgmann, um landsstýrið ætlar at fylgja samtyktini.
Bill Justinussen vísir á, síðani løgtingssamtyktina, eru fleiri viðurskifti betrað, hvat viðvíkur politiskari ávirkan hjá ungdóminum. Hann vísir á, at millum annað hava bæði Klaksvíkar býráð og Tórshavnar býráð serstakar pallir fyri ungdóm.
Hann skýtir tí upp, at Løgtingið setur á stovn Føroya Politiska Ungdómsráð, myndað eftir fyrimynd av Tórshavnar ungdómsráðið.
Bill Justinussen vísir á, at hóast ung ofta standa á vallistunum, so verða tey sjálvdan vald inn. Hetta er spell, metir Bill Justinussen, sum vísir á, at mong mál verða viðgjørd á Løgtingið, sum hava stóra ávirkan á gerandisdag teirra ungu.
Bill hevur tí sent løgmanni fylgjandi spurningar:
- Ætlar løgmaður at fylgja løgtingssamtykt frá 5. apríl 2005 um ungdómsumboðan?
- Hevur løgmaður umhugsað eina skipan við almennum politiskum ungdómsráði fyri Føroyar eftir sama leisti sum Tórshavnar ungdómsráð?
- Kundi Føroya Politiska Ungdómsráð verið skipað við umboðum úr kommunalum ungdómsráðum?