- Einaferð var ull Føroya gull, og nú tað møguliga fiskur. Men ungdómurin hevur altíð verið okkara gull. Tað er ungdómurin, ið skal taka okkum víðari. Eg haldi at symbolikkurin passar nokk so væl til.
Tað sigur Bogi Bech Jensen, rektari á Glasi, tá hann í samrøðu við Rás 2 forkláraði um týdningin av nýggja navninum og búmerkinum.
Hoyr alla samrøðuna við rektaran við at trýsta á pílin undir myndini.

Ungdómurin hevur altíð verið okkara gull
















