Ungdómurin á Strondum fingið tilhaldsstað

Ungdómurin í Sjóvar kommunu hevur í longri tíð saknað eitt tilhaldsstað, har tey kunnu samlast um kvøldarnar

Sjóvar kommuna boðar frá at kommunan hevur arbeitt við at finna eina loysn í eina tíð. Arthur Djurhuus Poulsen varð settur í starv sum leiðari fyri ungdómstilboðið á heysti 2023. Afturat honum hevur kommunustýrið sett tvey starvsfólk.

 

Mikudagin í seinastu viku, vórðu dyrnar fyrstu ferð latnar upp fyri ungdóminum.

 

Ungdómstilboðið heldur til í nýggja húsinum omanfyri bygdahúsið, har frítíðarstovan eisini heldur til, og í kjallaranum í bygdahúsinum.

 

Ungdómshúsið er fyri ungdóm frá 7. flokki til tey 17 ára gomlu. Tilboðið verður opið mána og mikukvøld, umframt til skiftis fríggja- og leygarkvøld.

 

Ungdómstilboðið er fyri ungdóm í Sjóvar kommunu, men onnur ung er eisini vælkomin í ungdómshúsið. Her verður serliga hugsað um ungdómin longri inni á vestara armi á Skálafjørðinum.

 

Almenningurin fær høvi at síggja hølini, tá almenn móttøka verður í næstum.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##