Ungdómur fyrireikar seg til løgtingsval

- Ov leingi er ungdómurin hildin uttanfyri, heldur Unga Tjóðveldi, ið fyrireikar seg til løgtingsval.

- Ov leingi er ungdómurin hildin uttanfyri, tá avgerð er tikin í týdningarmiklum málum, ið viðurkoma okkum ungu. Um í mesta lagið eitt ár er aftur val til løgtingið. Tað av alstórum týdningi, at vit savna okkum um ung valevni. Tí, um ung ikki gera tað, hvør ger tað so?

 

Tað er spurningurin, sum Unga Tjóðveldi setir sær, nú felagið hevur havt fyrra uppstillingarfundin, og hin seinni verður miðskeiðis í hesi vikuni.

 

Felagið vísir á, at sambært lógum Tjóðveldis kann felagið stilla tvey valevni upp á flokslistanum, og nú seinni uppstillingarfundur verður, fer Høgni Hoydal at hugleiða um týdningin av einum virknum ungdómi - og um, hvørja ávirkan ungdómurin kann hava á samfelagið.