Eitt av fremstu málum okkara til býráðsvalið seinast var uppskotið um at stovna eitt ungdómsráð í Tórshavnar kommunu. Umboðini fyri Unga Tjóðveldið skutu hetta upp í valfyrireikingunum, og tilmælið var eitt av málunum á valskránni.
Tá ”breiða samstarvið” á Vaglinum setti út í kortið, var ungdómsráðið eitt av málunum. Áðrenn nakran vardi, hevði borgarstjórin av sínum eintingum kallað ungdómin til fund um ráðið, og myndir vórðu sendar í eystur og vestur av honum og umboðum fyri ungdómin.
Tá málið síðani varð fyrireikað til samtyktar gjøgnum nevndarviðgerðir, vildi forkvinnan í mentamálanevndini ikki standa aftanfyri borgarstjóran, men profileraði seg íðuliga við málinum. Vælvildin og umsorganin fyri ungdóminum og ungdómsmálum kendi nær um ongi mørk.
Nú eru hesir býráðslimir hvørki at síggja ella hoyra. Nú Ungdómsráðið hevur gjørt vart við, at tað fær ikki tær sømdir, sum tað heldur seg eiga, letur ikki í býráðslimunum. Nú verða boð send eftir trivnaðarstjóranum at greiða almenninginum frá, hví kuril er komin á tráðin millum kommununa og Ungdómsráðið.
Hann tók sumt upp á seg og lovaði bót og bata. Haldi kortini av royndum, at tann naggatódnin, sum er íkomin millum kommununa og ungdómsráðið, kann stava frá einhvørjum politiskum bad will, sum hevur tikið seg upp á Vaglinum eftir, at býráðið samtykti ráðið.
Vit kenna støðuna aftur frá Eldraráðnum á sinni. Eldraráðið hevði ilt við at fáa tær sømdir, sum tað helt seg eiga, og ráðið gjørdi ferð eftir ferð vart við sína ónøgd. Høvuðsatfinningarnar vóru ringar arbeiðsumstøður, og at ráðið varð ikki tikið við upp á ráð í eldramálum, sum var eitt høvuðsendamál við tí.
Ungdómsráðið varð eitt tað fyrsta málið, ið býráðið samtykti í hesum valskeiðnum. Nógv varð gjørt burtur úr sjálvum ráðsvalinum, men síðani hevur lítið verið at frætta. Løtan má nú komin at taka atfinningarnar frá Ungdómsráðnum til eftirtektar, so ráðið sum skjótast kann fara undir sítt arbeiði til frama fyri ungdómin og Tórshavnar kommunu.
---










