TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr sendingina, sum var á Rás2 í gjár, har Tróndur Arge var vertur og mannaði fótbóltspanelið við Eli Hentze, U21 landsliðsvenjara og Oddbirni Joensen, U19 landsliðsvenjara.
Oddbjørn og Eli umrøddu fyrst úrslitini hjá yngru landsliðunum, og menningina hjá ungu leikarunum í Føroyum. Næst vóru panellutakararnir testaðir hvussu nógv teir mintust frá árinum teir vunnu FM, Eli við B71 í 1989, og Oddbjørn við HB í 1990.
Oddbjørn og Eli umrøddu eisini spælistílin hjá Louis van Gaal, høvuðsvenjara hjá Manchester United. Ein spælistílur, sum hevur fingið nógvan harðan kritikk seinastu tíðina.










