Ungdómslandslið vunnið gull í Danmark

Bæði U15-landsliðini hjá gentum og dreingjum hava luttikið í kapping uttanlands seinastu dagarnar

Seinastu dagarnar hava U15-landsliðini í fótbólti hjá ávíkavist dreingjum og gentum luttikið í kappingini danskari kapping, sum bara heitið Brøndby Cup.

 

Serliga væl gekk hjá gentunum, ið vunnu allar dystirnar í sínari kapping. Sostatt vunnu genturnar eisini sjálva kappingina. Hetta skrivar FSF á sínari Facebook-síðu.

 

Dreingirnir høvdu eisini góð úrslit at vísa á, men máttu teir lúta ímóti Vejle, ið slóð føroysku dreingirnar úr kappingini við einum 1-4 sigri.

 

Føroyska ferðalagið setur kósina heim í kvøld.