Fríggjakvøldið hin 15. mars varð eitt ára føðingardagur hildin fyri Ungdómshúsinum í Fuglafirði. Samstundis hevur Ungdómshúsið havt eina navnakapping koyrandi millum tey ungu.
Inn komu sløk 30 uppskot.
Ein navnanevnd hevur síðan arbeitt við innkomnu uppskotunum, og vinnarin gjørdist Eva Santos við navninum UNG 530.
- Saman við flotta navninum vann Eva eisini 1.000 krónur og fekk haraftrat flotta heiðursplátu við sær, siga tey, sum standa aftan fyri ungdómshúsið.
Tað var 15. mars í 2023, at ungdómshúsið læt upp fyri ungdóminum í Fuglafirði.
- Kommunan hevur í fleiri ár ynskt eitt slíkt tilboð til ungdómin í kommununi. Endamálið hevur síðan verið at skapa eitt tilboð til ung - úr 7. flokki og upp til 18 ár, har dentur verður lagdur á eitt trygt umhvørvi fyri tey ungu at koma til.
Lagt verður aftrat, at í ungdómshúsinum skal vera pláss fyri øllum, har tey læra av hvørjum øðrum, koma hvørjum øðrum við og hjálpast at í øllum viðurskiftum.
- Samanhaldskraft millum tey ungu er ein av námsfrøðiligu súlunum, sum tilboðið byggir á, siga tey í UNG 530 í Fuglafirði.