Ungdómshús skal hava nýtt navn

Ungdómshúsið í Sunda kommunu flutti fyri tíð síðan í nýggj høli í skúlanum á Oyrarbakka, og nú skal húsið hava nýtt navn.

Ungdómshúsið hevur kallast Garnhúsið, tí hildið varð til í Garnhúsinum á Oyri.

 

- Av tí, at ungdómshúsið nú er flutt, halda vit, at tíðin er komin at finna eitt nýtt og hóskandi navn til ungdómshúsið.

 

Tað siga tey í Sunda kommunu í dag. Tey halda, at besti máti at gera hetta er við einari navnakapping.

 

- Ynskiligt er at fáa eitt navn, sum fellur væl og sum møguliga samljóðar við virksemið og/ ella staðseting av tilboðnum.

 

Í Sunda kommunu siga tey, at fólk eru vælkomin at senda inn uppskot við frágreiðing um uppskotið.

 

- Freistin at senda inn uppskot er hin 10. mai, og gávukekkur á 1000 krónur verður latin vinnaranum.

 

Lagt verður aftrat, at uppskot skulu sendast til garnhusid@gmail.com. Eisini ber til at støkka inn á kommunuskrivstovuna við einum brævbjálva.