Ungdóms-býráð í Klaksvík í ein dag

Tey ungu í klaksvík fáa nú eitt sjáldsamt høvi at fáa ávirkan og innlit í fólkaræði

Klaksvíkar Býráð gevur nú teimum ungu eitt sjáldsamt høvi at fáa ávirkan og at fáa innlit í, hvussu mannagongdirnar eru í einum fólkaræði.

 

Ætlanin er nevniliga at skipa fyri einum ungdóms-býráðið í Klaksvík, har 10 ung fáa høvi at royna seg sum býráðspolitikarar í ein dag.

 

Hendan næsta tíðin skal brúkast til at leggja til rættist og at útgreina, hvussu hetta skal skipast, sigur Jóhan Lützen, býráðslimur og formaður í Trivnaðarnevndini, børn og ung.

 

Tað er ikki greitt, nær tað verður, men hest einaferð í september.

 

Enn er ikki greitt, hvussu tað verður skipað. Í hesum sambandi skal støða takast til, hvussu teir 10 limirnir í ungdóms-býráðnum, skulu finnast.

 

- Vit ætla, at talan skal vera um ung, sum ikki hava valaldur og ungdóms-býráðið skal heldur ikki mannast eftir politiskum liti.

 

Í Klaksvíkar Býráð eru 11 limir, men seinastu limurin í ungdóms-býráðnum verður sjálvur borgarstjórin, Jógvan Skorheim, sum eisini verður formaður fyri ungdóms-býráðið.

 

Annars hevur ungdóms-býráðið umsitingina hjá býráðnum til taks og skrivarin í býráðnum verður eisini skrivari í ungdóms-býráðnum.

 

Ætlanin er, at skúlarnir so brúka nakrar dagar at gera nøkur uppskot, sum hava við ungdómsviðurskifti at gera, og sum síðani verða løgd fyri ungdóms-býráðið.

Uppskotini verða síðani viðgjørd í býráðnum, akkurát, sum tey verða viðgjørd í býráðnum annars.

 

- Tað, sum ungdómsbýráðið samtykkir, verður síðani lagt fyri Trivnaðarnevndina, børn og ung við tí endamáli at seta tað í verk, í tann mun tað ber til, sigur Jóhann Lützen.