Ungdómurin tekur ræðið

Mánadagin og týsdagin fer Føroya Løgting til verka við spildurnýggjari og ungari tingmanning. Tað er ikki á hvørjum degi, at ungdómar okkara sleppa at taka orðið ella ræðið her á landi.

 

Men sum eitt afturvendandi tiltak bjóðar Løgtingið á hvørjum ári næmingum í framhaldsdeildunum at royna seg sum politikarar í tveir samanhangandi dagar.

Í ár hava seks skúlaflokkar boðað frá luttøku, og hava teir fyrireikað nøkur uppskot, sum teir fara at viðgera í tinginum mánadagin og týsdagin.

 

Uppskotini snúgva seg um tílíkt, sum tey ungu meta vera umráðandi at viðgera politiskt, eitt nú ferðslu, valrætt og revsing.

 

Skúlaflokkarnir, sum hava teknað seg til Ungdómstingið 2010 umboða hesar skúlar: Vágs skúla, Skúlan á Ziskatrøð, Felagsskúlan á Oyrabakka, Hoyvíkar skúla, Sandoyar Meginskúla og Tofta skúla.

 

Undir ungdómstinginum fara umboð fyri skúlaflokkarnar at seta seg í sessirnar hjá øllum 33 tinglimum.

 

Uppskotini, sum tey ungu hava framleitt, kunnu lesast á heimasíðuni hjá Løgtinginum www.logting.fo, har eisini annað tilfar um Ungdómstingið er at finna.

 

Eins og til vanligar tingfundir kunnu fjølmiðlarnir vera í tingsalinum meðan ungdómsting-fundirnir eru, og Tingvarpið sendir eisini frá fundunum.