Ungdómurin skal lyfta arvin

Oyggjaleikir 2005: Svimjilandsliðið sendir hesuferð tólv svimjarar avstað til Oyggjaleikirnar. Og tað er við bjørtum vónum, at venjarin Petur Heðin á Fløtti fer avstað við hópinum

Teir føroysku svimjararnir plaga altíð at hava nøkur heiðursmerki heim við sær aftur, og um vit skulu taka landsliðsvenjaran uppá orðið, kunnu vit vænta okkum nøkur heiðursmerki aftur hesuferð.
- Vit hava eitt ungt og sera evnarík lið hesuferð. Vit eru sera sterk, um vit skulu meta út frá teimum tilmeldaðu tíðunum, sigur Petur Heðin á Fløtti, ið hevur verið landsliðsvenjari síðan 2001. Harumframt hevur hann svomið á landsliðnum og vunnið fleiri heiðursmerki fyri Føroyar á Oyggjaleikunum.
Tilmeldaðu tíðirnar eru tær tíðirnar, ið svimjararnir boðað frá undan leikunum. Hetta kann vera ein góður mátistokkur, man skal altíð takast við fyrivarni. Nakrar av tilmeldaðu tíðunum eru ikki altíð eftirfarandi, tí at nakrir svimjarar svimja skjótari, tá tað kemur til stykkis.

Upptakt til 2007
Petur Heðin á Fløtti hevur fylgt væl við menningini innan føroyska svimjing seinastu fýra árini, og hann sær hesar leikirnar sum eina fyrireiking til leikirnar í 2007, tá liðið væntandi verður enn sterkari enn nú.
- Um vit rokna við, at 25 % kunnu fella frá, verður landsliðið rættiliga sterkt um tvey ár, sigur Petur Heðin á Fløtti. Landsliðsvenjarin hevði annars ikki væntað, at teir ungu svimjararnir fóru at vera so sterkir longu nú.
Í ár fara tólv svimjarar við til leikirnar, og svimjisambandið hevur givið venjaranum loyvi at taka svimjarar, sum ikki hava klárað kravtíðirnar, við. Hetta kann vera við til at menna ungar svimjarar, sum annars ikki høvdu fingið møguleikan at luttaka hesuferð.
- Framtíðin er bjørt. Eg rokni við, at um tvey ár fara 15-16 svimjarar avstað, og umleið helvtin av teimum fer at svimja um medaljurnar, greiðir ein bjartskygdur Petur Heðin frá. Hann roknaði upprunaliga við, at hesin hópurin av svimjarum fór at toppa í 2009, men nú er líkt til, at 2007 eisini verður eitt gott ár.

Stór útskifting
Av teimum tólv svimjarunum hesuferð vóru bert tveir teirra við fyri tveimum árum síðan. Hóast hesa stóru útskifting hevur venjarin góðar vónir til ungu svimjararnar.
- Eg eri sera spentur og havi góðar vónir. Seedingin sær gott út fyri okkara viðkomandi, hóast hon skal takast við fyrivarni, slær Petur Heðin fast.
Svimjisambandið hevur gjørt nógv við ungdómsarbeiði seinastu árini, og fyrireikingarnar til hesar leikirnar hava gingið væl.
Allir svimjarar eru skaðafríir uttan tann bert 13 ára gamla Elspa Mørkøre, ið hevur ein lítlan snudd í økslini. Eingin ivi er tó um, at hon verður at síggja í hylinum í Hetlandi.

Kvinnurnar væl fyri
Í ár er tað soleiðis, at kvinnurnar eru betri umboðaðar enn menninir, og tað er sera óvanligt í oyggjaleikahøpi.
- Kvinnurnar hava ongantíð verið so sterkar seinastu tjúgu árini sum í ár, sigur Petur Heðin á Fløtti. Eitt nú eru Karina Petersen og Elspa Mørkøre seedaðar sum nummar eitt, og tað skuldi givið góðar vónir til fleiri heiðursmerki.
- Menninir hava áður verið sterkari, og tað er bara Andras Thomsen við frá seinast, men eg havi góðar vónir hóast alt, sigur venjarin.