Ungdómurin skal hoyrast

-Tað er ikki nóg mikið at áseta kynskvoteringar fyri almennar nevndir. Tað skal eisini verða ásett við lóg, at fólk undir 25 ár skulu verða umboðað, sigur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin. -Tað hevði gagnað okkum øllum, at tey ungu eisini søgdu sína meining, um tey ymsu viðurskiftini í samfelagnum, heldur Bill Justinussen, tingmaður fyri Miðflokkin.

Hann heldur, at tað ikki er nóg mikið at tryggja sær javnstøðu, tá ið almennar nevndir og líknandi skulu setast. Tað skal eisini verða lógarkravt, at ung fólk skulu fáa sess.

-Landsstýrisfólkini kunnu til dømis fáa avtalu í lag við miðnámsskúlarnar, soleiðis at teir ymsu skúlarnar velja sær ungdómsumboð til hesar sessir, heldur Bill Justinussen.

Hann er sannførdur um, at tað eisini hevði økt um áhugan fyri politisku skipanini, um tey ungu sluppu upp í part.