Ungdómurin rýmir úr Sandoynni

- Hvørjar ætlanir hevur landsstýriskvinnan í innlendismálum, Annika Olsen, við sandoyartunlinum. Tað vil Gerhard Lognberg, løgtingsmaður, nú hava at vita. Sandoyartingmaðurin hevur sett Anniku Olsen skrivligan fyrispurning um málið, og løgtingið samtykti fyrrapartin í dag, at fyrispurningurin skal svarast.

Gerhard Lognberg vísir til samgonguskjalið og sigur, at har stendur, at 40 miljónir krónur skulu setast av til sandoyartunnilin um árið.

Kortini er eingin peningur settur av til hesa verkætlan.

Løgtingsmaðurin vil tí hava at vita, nær landsstýriskvinnan ætlar at taka málið framaftur.

Gerhard Lognberg segði á tingfundinum í morgun, at Sandoyggin hevur ongan møguleika at halda ungdóminum í oynni, og oyggin missir eisini ungu familjurnar við góðu inntøkunum.

- Samferðslan er ein stórur trupulleiki, sigur sandoyartingmaðurin, sum soleiðis má sigast at vera rættiliga áhaldin og støðufastur í málinum um ætlaða sandoyartunnilin.