Tá sponsoravtalan millum FSF og Formula.fo varð gjørd tíðliga í mars mánaði í ar, hevði FSF longu gjørt av, hvussu innkomni peningurin skuldi nýtast.
Boðini vóru púrasta greitt, at hetta fyrst og fremst skuldi nýtast til at styrkja um ungdómsarbeiðið innan FSF, og hartil varð ein partur latin feløgunum, tá hesi samstundis gingu undir tær treytir, sum avtalan inniber.
Enn er ikki endaliga gjørt av, hvørt avtalan við Formula.fo verður longd. Men verður hetta støðan, so er lítil ivi um, at tað fer at fáa avleiðingar innan arbeiðið í FSF.
- Kemur tað hartil, so er tað greitt, at vit missa eina upphædd á inntøkusíðuni. Og tað merkir so sjálvsagt eisini, at vit mugu skerja onkrastaðni. Tað verður so føroyskur fótbóltur, sum merkir missin í so máta, staðfestir Óli Holm.










