Hans Jákup Simonsen,
Valevni hjá javnaðarflokkinum til Tórshavnar býráð
Tað er soleiðis, at eg oftani koyri ígjøgnum miðbýin um náttina til og frá arbeiði, og sigast má, at tað er er ein syndarlig sjón at síggja so mong hálvvaksin mala oman og niðan eftir havnargøtum á náttartíð fyri vág og vind, og ofta í ringum veðri. Eingi tilhaldsstøð ella ungdómsklubbar hava opið til at taka sær av ungdóminum, og hesi ungu hava ongastaðnis at vera. Eg veit, at nógv foreldur hava ampa av hesum óskili og kundu hugsað sær skipað viðurskifti fyri tey ungu, og nakað eigur tí at verða gjørt á hesum øki sum skjótast.
Kommunan eigur at taka stig til at fáa stovnað eitt ungdómsráð mannað við ungum, sum umboða, ítrótt, leiklist, handaligt og andaligt ítriv, tónleik og aðra mentan, og við fólki, sum eru virkin innan ungdómsarbeiði. Ungdómsráðið skal virka sum lið millum ungdómin og kommununa og skal koma við uppskoti til býráðspolitikkararnar, um hvussu ungdómsráðið hugsar sær, at hetta mál verður loyst, og hvar tey ungu kunnu fáa hølir at útfolda seg í, soleiðis at umstøðurnar hjá hesum serliga aldursbólki, sum ofta hevur tað trupult, og hjá øðrum ungdómsbólkum við, kann gerast betri.
Eg ivist onga løtu í, at tey ungu sjálvi hava nøkur góð hugskot, sum kommunan kann taka undir við, og sum samstundis føra til, at tíðin hjá teimum ungu verður nýtt betri. Eg havi hoyrt nevnt jazzklubb og musikcafe, ymisk tiltøk, spøl og undirhald.
Bowlinghøll er nú aftur at finna í býnum, og sum nakað heilt nýtt, er í mentanarálitinum hugskot frammi um eina skoytihøll. Sum tíðirnar gerast betri, og meira peningur kemur ínn í kommunukassan, gerast eisini møguleikarnir hjá kommununi at ganga ynskjunum hjá borgarunum á møti størri.
Tosað hevur verið um, at Svimjuhøllin í Gundadali, sum er nógv vitjað av fólki í øllum aldri bæði frá bygd og bý, við árunum er vorðin ov lítil. Ynskir eru frammi um at fáa svimjihøllina bygda størri og hetta ber til og kann gerast eystureftir, uttan at hetta órógvar ætlanir um rennibreyt sunnan fyri svimjihøllina. Hetta ynski eigur at vera gingið á møti, ikki minst fyri at stuðla teimum svimjarum, ið leggja alla sína orku og alla sína frítíð í svimjingina, og sum umboða Føroyar so virðiliga uttanlands.
At enda vil eg ynskja øllum veljarunum eitt gott býráðsval.










