Ungdómurin er óføra raskur

- Tað kemur ógvuliga væl við hjá okkum, at vit hava ungdómin á hjálpa okkum á Pelagos, sigur stjórin, Jóhan Páll Joensen.

Jóhan Páll Joensen, stjóri á Pelagos í Fuglafirði, sigur, at hóast makrel-og sildavertíðin er rættiliga árstíðarbundin, fáa tey, sum starvast í framleiðsluni á virkinum, eina ársløn burtur úr, tá vertíðin er av.

 

- Vit byrja gjarna við fullari framleiðslu, tá summarið fer at halla, og tá arbeiða eini 30 fólk á hvørjari vakt. Tá tað so líður nakað út á heystið, og góðskan í fiskinum er betri, eru nøkur færri á hvørjari vakt. Orsøkin er, at tá er minni brúk fyri at skilja góðskuna á rávøruni.

 

Stjórin vísir á, at ein stórur partur av arbeiðsmegini í sjálvari framleiðsluni er ungdómur, sum júst er liðugur í skúlanum - og onnur, sum kanska vórðu liðug í skúlanum árið fyri.

 

- Ungdómurin er raskur, og tað er skjótt at læra arbeiðsgongdina í framleiðsluni. Tí kemur tað ógvuliga væl við hjá okkum, at vit hava ungdómin á hjálpa okkum.

 

Jóhan Páll Joensen vísir á, at á hvørjum heysti halda nøkur ung fram, og nøkur eru nýggj, og hann heldur, at hetta hevur riggað óføra væl.

 

- Ungdómurin er vælegnaður til hetta arbeiði, og í so máta liggja vit væl fyri í Fuglafirði, tá ræður um arbeiðsmegi, sigur stjórin á Pelagos í Fuglafirði.