Ungdómur og vísdómur

Jógvan Arge
býráðslimur fyri Tjóðveldiflokkin

Eitt blómandi mentanar- og ítróttarlív hevur alstóran týdning fyri trivnaðin í Tórshavnar kommunu. Samstundis er umráðandi, at børn og ung fáa góða ansing og skúlagongd.
Tjóðveldisflokkurin hevur sett sær fyri, at hesir samfelagstættir fáa bestu sømdir og karmar.
Í samráð við mentanar-lívið virka vit fyri at útvega eitt nú tónleikarum góðar framførslu- og venjingar-umstøður. Vit virka eisini fyri mentaskúla fyri dansi, leiklist, myndlist og skrivi-list.
Tjóðveldisflokkurin ásannar tann stóra týdning, sum kropsvenjing og ítróttur hava.
Tí eigur kommunan at gera sær greitt, hvar framtíðar ítróttarøki skulu verða, so farast kann undir at menna umstøðurnar soleiðis, at eitt nú Oyggjaleikir við sínum fjølbroyttu ítróttagreinum aftur kunnu haldast í Føroyum.
Vit seta okkum fyri, at málið um ítróttarvøll til frælsan ítrótt verður loyst, og at fólkaítróttini fimleiki verða útvegaðar hallarumstøður til venjing og kapping á altjóða stigi.
Nú ítróttarhøll er bygd í Hoyvík og í Kollafirði, verður farið undir ítróttarhøll á Argjum.
Tjóðveldisflokkurin strongir á at dagføra kommunalu skúlarnar til at lúka krøvini í nýggju fólka-skúlalógini. Vit stuðla nýggjum skúla í Hoyvík og seta Argja Skúla á breddan.
Umstøðurnar hjá næmingunum at eta á skúlunum verða bøttar munandi. Royndarskipanin við sunnum mati á skúlunum verður at fevna um allar skúlarnar.
Barnaansingin verður ment og skipað verður fyri systkinaavslátri á dagstovnum og frítíðarskúlum. Øllum børnum í 1., 2. og 3. flokki skal standa í boði frítíðarskúli.
Vit mæla eisini til, at kommunan orðar ein ungdómspolitikk við denti á fjølbroytt tilboð, har ung sjálv eru uppi í at skipa fyri.
Til tess at seta hol á hetta arbeiði leggja vit dent á, at álit verður gjørt um viðurskifti teirra ungu, ið gjølla lýsir, hvørjum stigum og átøkum tørvur er á.
X við E.