Ungdómur fyri samanlegging

Hvat halda tey ungu gøtufólkini og teir ungu leirvíkingarnir um kommunusamanlegging millum teirra heimbygdir? Vit hava spurt nakrar næmingar á handilsskúlanum á Kambsdali.


Sóley Jacobsen er úr Syðrugøtu. Viviann Hansen og Rósa J. Nielsen eru úr Leirvík. Allar ganga tær í 1. HH b. í handilsskúlanum á Kambsdali.
 

Hvat fara tit at atkvøða til fólkaatkvøðuna leygardagin?<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>


Rósa: eg fari at siga ja.
- Eg haldi, at tað kundi givið betri samanhald við Gøtu, um kommunurnar løgdu saman.
Sóley: eg havi enn ikki avgjørt, hvat eg fari at atkvøða. Men eg eri opin fyri samanleggingini, so eg sigi nokk ja.
- Tað er gott samanhald millum bygdirnar, og tær samstarva longu á fleiri økjum. Til dømis hava vit felags fimleikafelag og næmingarnir í framhaldsdeildini ganga í skúla saman í Fuglafirði. Eg dugi ikki rættiliga at síggja nakran vansa við samanleggingini. Eg haldi, at tað er betri, at kommunurnar sjálvar leggja saman nú, enn at tær kunnu verða noyddar at leggja saman seinni.
Viviann: eg fari eisini at atkvøða ja.
Leirvík og Gøta hava frammanundan nógv saman. Til dømis samstarva vit um fótbóltin hjá teimum ungu. Tá onkur aldursbólkur í Leirvík ikki fær mannað lið, tí tey eru ov fá, so er tað nógv ið fara til Gøtu at spæla.
Viviann og Rósa halda, at tað er betri, at Leirvík leggur saman við Gøtu, enn at bygdin til dømis bleiv ein partur av Klaksvíkar kommunu.
- Gøta og Leirvík líkjast meira. Tað er betri, at tað eru tvær smáar bygdir, sum leggja saman, heldur enn at tann lítla bygdin verður løgd innundir ta størru kommununa.