Ungdómur av útoyggj hittist

Hetta vikuskifti hittast 12-15 ungfólk av útoyggj til evnisdag við Gjógv. Evnið, tey viðgerða, er ?kappingarsamleiki útoyggja? Ofta verður tosað um kappingarsamleika Føroya mótvegis umheiminum. Í hesum sambandi verður tosað um, í hvønn mun vit, sum føroyingar, megna at sannføra umheimin um tær dygdir og tær styrkir, ið land og fólk okkara hevur í sambandi við samstarv, handil og menning?

Henda spurning um kappingarsamleika viðgerð ungdómur av útoyggj á evnisdegi við Gjógv í dag og í morgin,leygardagin.

Men í hesum førum verður talan um kappingina hjá útoyggjum ímóti meginøkinum.

Evnini, tey ungu arbeiða við eru, hvat kappingarsamleiki er og hvønn týdning hann hevur fyri menning? Tey tosa eisini um, hvørjar kappingarfyrimunir útoyggjarnar hava og, hvussu kappingin ímillum útoyggj og meginøkið kann verða javnbjóðis.