Tomislav Sivic segði tað so beinrakið sjálvur, tá hann takkaði fyri seg í føroyskum fótbólti.
– Mær hevur dámað væl í Føroyum. Mær hevur dámað fjølmiðlarnar, og eg haldi eisini, at teimum hevur dámt meg, helt karismatiski jugoslavin fyri og smíltist skeivt.
Tomislav Sivic telist millum litríkastu persónligheitirnar, sum hava verið í føroyskum fótbólti. Hann kom til Føroya í 1996, har hann royndi seg sum spælandi venjara hjá VB. Hóast vágbingar vónaðu betri úrslit enn fimta plássið í bestu deildini, so legði hann eftir seg eitt munandi betri skipað fótbóltsfelag. Áhugin fyri jugoslavanum var aðrastaðni alt fyri eitt. Eftir 35 ára oyðimarkargongd eydnaðist tað loksins aftur B36 at vinna føroyameistaraheitið í 1997 – venjarin æt Tomislav Sivic.
Úrslitini sum venjari tala fyri seg. Men sum fótbóltsspælari var Tomislav Sivic serstakur.
Fáur fótbóltsleikari hevði bóltførleika sum snarsinti miðvallarin. Eygað fyri spælinum hjá úrmælinginum var frálíkt. Hann stríddist og bardist allan dystin á tamb, og útvísingarnar vóru ikki fáar í tali.
Tískil var tað eisini hóskandi, at Tomislav Sivic kom við omanfyristandandi sjálvironisku útsøgn, tá hann takkaði fyri seg í føroyskum fótbólti.
Fótbóltur við stórum møguleikum
Tað var í 2001 at Tomislav Sivic pakkaði síni ting, og fór av landinum. Tá hevði hann umframt VB og B36 eisini vant KÍ. Hann hevur sostatt royndirnar sum leikari og sum venjari. Hann kennir til spælið á og uttanfyri føroysku graslíkisvallirnar, og hann hevur sínar avgjørdu meiningar.
– Tá eg kom til landið, var tað eingin, sum vandi seks ferðir um vikuna. Eg var tann fyrsti, sum førdi tað inn, greiðir Tomislav Sivic frá úr telefonini úr Ungarn, har hann júst hevur vunnið felagið Kecskeméti TE upp í bestu deildina.
– Føroyingar dáma væl fótbólt. Og fótbólturin í Føroyum hevur eisini potentiali, men men tað eru fleiri trupulleikar, sum mugu loysast, áðrenn hetta verður útlivað, ger Tomislav Sivic greitt.
Vantandi ungdómsvenjing
Fótbóltsspælarin og venjarin Tomislav Sivic eru rættiliga líkir. Jugoslavin er snarsintur, framsøkin og krevur nógv av viðleikarum. Hesin hugburðurin vantaði av álvara í føroyskum fótbólti, og saman við øðrum útlendingum nær um kollvendi hann føroysku áhugaleikararnir.
– Fólk mugu síggja, at vit brúka ov lítið av tíð og orku upp á menningina av ungum leikarum. Tað er í ungu árunum, at alt tað grundleggjandi skal koma upp á pláss. Leikararnir mugu vita, hvat er rætt, og eg eri av tí sannføring, at fólk skulu heldur gevast at spæla fótbólt, enn at tey vera skeivt upplærd, sigur Tomislav Sivic avgjørdur. Hann undirbyggir sítt uppáhald við at siga, at tað er ógvuliga trupult – fyri ikki at siga ógjørligt – at rætta upp á ein spælara, sum er skeivt uppaldur á fótbóltsvøllinum.
Negativ útlendsk ávirkan
Saman við Velibor Kopurnovic var Tomislav Sivic fyrsti jugoslavin í føroyskum fótbólti nakrantíð. Honum dámdi væl í Føroyum, og hann treivst bæði á og uttanfyri vøllin. Kortini heldur hann, at føroyingar skulu ansa eftir ikki at taka ov nógvar útlendingar inn.
– Tað eru alt ov nógvir útlendskir leikarar og venjarar í Føroyum, og hesum skulu føroyingar ansa eftir. Tí, tey sum koma úti frá, skulu ikki bara vera betri, men nógv betri enn føroyingar. Hetta er galdandi bæði fyri leikarar og venjarar, sigur Sivic. Hann ger tó vart við, at útsagnir hansara hava støði í tí veruleika sum var í Føroyum fyri nøkrum árum síðani, og at hann ikki hevur heilt sama innlit í føroysk fótbóltsviðurskifti longur.
Tað eru tó fleiri, ið áður hava verið inni á sama vandamálið. Millum annað landsliðsvenjarin Jógvan Martin Olsen, tá hann á tíðindafundi í vár metti, at tað vóru ov nógvir útlendskir leikarar í føroyskum fótbólti, sum ikki vóru betri enn føroyska tilfeingi, vit hava her á klettunum.
Ov fá krøv
Ein annar trupulleiki í føroyskum fótbólti er, sambært Tomislav Sivic, at alt ov fá krøv vera sett til leikararnar. Og hetta kemst av, at leiðslurnar í feløgunum ikki eru nóg sterkar. Tomislav Sivic minnist tað serliga sum, at tað vóru feløgini uttanfyri høvuðsstaðin, sum ikki dugdu nóg væl og vóru ov lítið professionel, og tískil ikki stóðu seg í kappingini.
– Men sjálvandi vóru undantøk, og tað síggja vit millum annað sera væl í EB/Streymi í dag, vísir Tomislav Sivic á.
Hevði vinnarar á liðnum
Hetta við at seta krøv, er á ongan hátt fremmant fyri Tomislav Sivic Hann kravdi nógv av sínum leikarum, men teir fingu eisini nógv aftur. Og á vøllinum sást úrslitið av miðvísa arbeiði hansara, tí tey bæði síðstu árini í B36, har liðið endaði nummar trý, spældu teir kanska besta fótbóltin í landinum.
Á hesum liðið hevði Tomislav Sivic eisini nakrar heilt serstakar menn. Óli Johannesen, John Petersen og Julian Johnson vóru millum teirra. Seinni royndu hesir seg allir uttanfyri klettarnar. Tomislav Sivic nevnir eisini fleiri aðrar, og lýsir hesar leikararnar sum vinnarar. Sum menn, ið vildu arbeiða hart fyri at røkka úrslitum.
– Tað sást eisini aftur á landsliðnum, har hesir mans spældu og eisini fingu góð úrslit, vísir Tomislav Sivic á.
Venjaratrupulleikin var stórur
Tá Tomislav Sivic var í Føroyum, smæddist hann ikki fyri at siga sína meining. Millum annað langaði hann einaferð út eftir føroysku venjaraútbúgvingini.
– Tað er næstan so, at tú fert á skeið í tríggjar dagar, og tá tað er liðugt, so hevur tú fingið prógv, segði Tomislav Sivic við Sosialin 14. juli 1999. Hesa útsøgn stendur hann fast við í dag. Í dag er veruleikin tó ein annar, og tað er Tomislav Sivic greiður um. Hann nevnir síðani fleiri venjarar, sum hava nomið sær útbúgving síðani hann fór av landinum, og tekur millum annað Jógvan Martin Olsen, Sigfríð Clementsen og John Petersen fram sum evnaríkar venjarar.
Vil ikki ráðgeva
Spurdur um, hvørji góð ráð hann kann geva teimum, sum vara av føroyskum fótbólti, svarar Tomislav Sivic, at tað vil hann helst sleppa undan.
– Tað verður undir øllum umstøðum ógvuliga trupult hjá mær, tá eg ikki havi verið í Føroyum síðani 2001. Men eg síggi heldur enn fegin eina framgongd í føroyskum fótbólti, sigur hann fryntliga úr horninum úr Ungarn.