Ungdómsvarði reistur í kvøld

Klokkan 10 verður ein heldur øðrvísi varði reistur í Havn Í einum tíðindaskrivi spyr Føroya Ungdómsráð: - Hvat er ungdómsmentan fyri teg? Er tað skótalegan við gjógv? Er tað ball í Hornhúsinum? Ella eru tað tú og tíni vinfólk á seiðabergi? - Fur avdúkar Ungdómsvarða, og ert tú ung/ur, ella enn følir teg ungan, átti tú at verið við!

Í dag er ungdómsdagur í Havn, har FUR, í tøttum samstarvi við bæði Amnesty International og Bolivia-hjálp, skipar fyri tiltøkum, ið snúgva seg um børn og ungdóm, bæði her heima eins og úti í heimi.

Fyrr í mánaðinum var minningardagur teirra sjólætnu, og kenna vit øll minnisvarðan í viðarlundini. Á ungdómsdegnum verður Ungdómsvarðin reistur í Tórsgøtu í Havn. Ikki tí at ungdómurin í Føroyum ikki er at finna longur, men orðaskifti hava tíðum verið um, at ungdómurin er ein forsømdur bólkur í føroyska samfelagnum.

Við hesum í huga vóna vit, at ein ungdómsdagur kann setast á árskalendaran. Ein dagur ið er ognaður ungdóminum. Ein dagur tá ið ynskini hjá ungdóminum setast í sjóneykuna, soleiðis at føroyska samfelagið verður til øll, eisini tey ungu ? áðrenn tey gerast gomul, sigur Føroya Ungdómsráð í tíðindaskrivinum.

Klokkan 10 verður ungdómsvarðin reistur í Tórsgøtu við nýggju Perluna. Varaborgarstjórin, Bogi Andreassen fer at halda eina lítla røðu í samband við, at ungdómsvarðin verður avdúkaður.