Ungdómsting á fyrsta sinni

Eg fari við hesum at senda formansskapi Løgtingsins eina almenna tøkk fyri, at stig nú er tikið til at skipa fyri ungdómstingi 6. og 7. februar komandi ár. Tá Miðflokkurin í vár legði uppskot fyri Løgtingið um ungdómsumboðan í almennum nevndum og ráðum, var møguleikin um ungdómsting eisini umrøddur undir orðaskiftinum á tingi. Soleiðis fekk tingformaðurin eina beinleiðis áheitan frá undir-ritaða um at skipa fyri ungdómstingi.

Bill Justinussen


Endamálið við uppskoti Miðfloksins var m.a. at skapa størri áhuga millum ung fyri politikki. Tað er sera týdningarmikið fyri okkara fólkaræði, at so nógv sum gjørligt hava virknan leiklut í politiska arbeiðnum, og her er tað serliga týdningarmikið, at tey ungu so tíðliga sum tilber vera ein partur. Tí skutu vit upp, at tað beinleiðis verður álagt landsins myndugleikum at velja ung í nevndir og ráð, har tað er viðkomandi og gjørligt. Uppskotið fekk sum heild góða undirtøku, men tó varð tað nakað broytt undir nevndarviðgerðini í Rættarnevndini. Nú áliggur tað landsstýrinum at kanna nærri, hvussu uppskot Miðfloksins kann setast í verk.

Nú ungdómsting á fyrsta sinni verður skipað í Føroyum, er tað mín vón, at tiltakið fær stóra undirtøku millum føroyskan ungdóm. Munurin á einum ungdómstingi og uppskotinum hjá Miðflokkinum er tó tað, at á ungdómstingi sleppa tey ungu at spæla politikkarar, meðan ung fáa beinleiðis ávirkan á politiskar avgerðir, um tey eru nevndarlimir í almennum nevndum og ráðum. Bert at sleppa at spæla politikkari kann møguliga gera, at motivatiónin ikki verður heilt hin sama, men tó kann ungdómstingið føra við sær, at tey, sum veruliga hava gávur sum politikkarar, fáa víst seg fram.

Sjálvur havi eg í yngri árum luttikið í Ungdommens Nordiske Råd, har ung úr Norðanlondum møtast í sambandi við árliga Norðurlandaráðsfundin og viðgera politisk evni. Slík luttøka er sera áhugaverd, eggjandi og lærurík fyri tann, sum ynskir at fáa politiska ávirkan.

Tí er mín áheitan á skúlaungdóm og lærarar: Takið hetta mál í álvara og verið við, tá fyrsta føroyska Ungdómstingið verður sett.