Løgtingsformaðurin beyð í juni 2019 næmingunum í framhaldsdeild fólkaskúlans at senda inn lógaruppskot ella uppskot til samtyktar at viðgera á Ungdómstinginum, sum verður 3. og 4. februar 2020.
Hesar dagarnar seta næmingarnir sjálvir dagsskránna í Løgtinginum, og hetta er ein frálíkur møguleiki hjá næmingunum at skifta orð um evni, sum teir halda vera týdningarmikil.
Endamálið við Ungdómstinginum er:
- at geva næmingunum størri innlit í fólkaræðið
- at læra næmingarnar at vera ein virknari part av fólkaræðinum
- at vísa næmingunum í praksis, hvussu avgerðarmannagongdir virka í einum fólkaræði
- at geva næmingunum innlit í, hvør leikluturin hjá Løgtinginum er, og hvat arbeiðið hjá Løgtinginum fevnir um
Hetta er sjeyndu ferð, at ungdómsting verður hildið í Føroyum.
Tá freistin var úti, høvdu 9 skúlaflokkar sent uppskot inn. Nógv áhugaverd uppskot komu inn. Avgjørt er, at 12 uppskot koma til viðgerðar á Ungdómstinginum. Uppskotini, ið m.a. fevna um valrætt, skúlaviðurskifti, ferðslumál, banna plasti v.m., eru fjølbroytt og áhugaverd.
Luttakandi flokkarnir umboða Skúlan á Giljanesi, Tvøroyrar skúla, Vágs skúla, Hoyvíkar skúla, Skúlan við Løgmannabreyt og Nám X. Flokkarnir fara hesar báðar dagarnar at manna Ungdómstingið við 32 umboðum. Áhugavert verður at hoyra tey ymisku sjónarmiðini, ið ungdómstinglimirnir fara at leggja fram undir tingviðgerðini.
Skráin fyri Ungdómstingið er løgd og verður send fjølmiðlunum. Uppskotini eru eisini at lesa á heimasíðuni hjá Løgtinginum www.logting.fo, har eisini annað tilfar um Ungdómstingið 2020 er at finna.
Eins og til vanligar tingfundir kunnu fjølmiðlarnir vera í tingsalinum, meðan ungdómstingfundirnir eru. Ætlanin er, at Tingvarpið eisini sendir frá fundunum.