Næmingarnir sleppa sjálvir at seta dagsskránni í Løgtinginum hesar dagarnar, og tá fáa teir møguleika at tosa um evni, sum teir meta hava týdning. Hetta er aðru ferð at Ungdómsting verður hildið. Seinast Ungdómsting var, viðgjørdu næmingarnir níggju lógaruppskot, og eitt av hesum er síðani blivið samtykt í Løgtinginum. Tað er uppskotið um at avtaka rættin hjá foreldrum at sláa børnini.