Ungdómstúrurin útseldur

Undirtøkan fyri ungdómstúrin hjá Norrønu hevur verið øgilig, og nú er greitt, at ikki fleiri ung fólk sleppa við Norrønu 6. apríl Ungdómstúrarnir hava altíð verið væl umtóktir, og hesu ferð er einki undantak. Yvir 650 ferðaseðlar eru seldir, og nú steðgar Smyril Line allari sølu.

- Vit eru sera fegin um undirtøkuna, og fyri at hava trygdina í hásæti, mugu vit nú steðga allari sølu av ferðaseðlum, sigur Jákup Sverri Kass, marknaðarleiðari hjá Smyril Line.

 

Teir víðagitnu ungdómstúrarnir, ið vóru fyri árum síðani vóru merktir av óskili, og tískil hevur Smyril Line í hesum umfari hækkað um trygdina umborð.

- Vit hava hesa ferð selt færri ferðaseðlar og hækkað um talið av trygdarmonnum, soleiðis at vit fyribyrgja tí óskili sum vit áður hava sæð, sigur Jákup Sverri Kass.

 

Tá Norrøna fer av Havnini 6. apríl, verður LIVE tónleikur, Dj?arir og karaoke í rætta Glitnir stíli við umborð. Fyri LIVE tónleikinum standa Eyðun Nolsøe og Finnur Jensen, og millum Dj?ararnir eru Dj Crapman, Dj Rex og aðrir. Vælumtókta karaokebarrin Glitnir verður við á túrinum, og eisini umborð á Norrønu verður gjørligt at syngja karaoke, og fyrireikarar siga, at ein karaokekapping helst verður aktuell.