Ungdómsstevnan iGod

Árliga ungdómsstevnan í Ebenezer verður vikuskiftið 26-29 mars.

Tað eru tær tríggjar samkomurnar í Havn: Ebenezer, Lívdin og Hebron sum hava tikið stig til hesa ungdómsstevnu, har heitið er iGod.Hósdagin kl. 20 er evnið iBook, og fríggjadagin kl. 21 er evnið iTunes. Leygardagin kl. 14 verður workshops við Rólandi í Skorini, David Lukama, Alexander Samuelsen og Símun Absalonsen.


Leygardagin kl. 17 verður ein café í Ebenezer og um kvøldið kl. 21 verður ungdómsmøti við evninum iLife. Tað er onglendingurin Pasto Glen, sum heldur talurnar. Umframt Pastor Glen verður lovsongur, tónleikaframførslur, drama og mangt annað. Drekkamunnur verður eftir møtini.