Í gjárkvøldið byrjaði stevnan við heitinum "Andar tú?", sum tey ungu í samkomuni Ebenezer skipa fyri. Á skránni eru talur, lovsangur og hugni. Leygardagin verða fleiri bíbliutímar um viðkomandi evni, sum t.d. tann andaliga heimin. Ungdómsstevnan endar við møti sunnukvøldið kl. 6. Talarar á stevnuni eru Jógvan Zachariassen, Leivur Ragnarson, Dánjal Petersen, Róland í Skorini og Niels Pauli Nónstein.