Ungdómssendingin Mús

Sólvit Simonsen
-------

Eg kom glaður úr kirkju í gjárkvøldið frá føstuguðstænastu, har ein ung mamma stóð og las ein góðan lestur.
Komin heim úr kirkju, kom eg í tankar um hesa ungdómssendingina Mús, sum ungdómur skuldi hava gjørt. Spentur tendraði eg mær flatskíggjan, men hvat??? Har var til undirhald ein stórur ruðuleiki, vemmilig og svínsk orð! Er hettar tað sum ungdómurin hevur í læru?
Tí í øllum ruðuleikanum, fekk eg eyga á ein framkomnan lærara, sum fyri mínum eygum vísti seg at hava tað gott - umber meg um eg sá skeivt, tí eg skundaði mær at sløkkja flatskíggjan.
So hugsaði eg við mær sjálvum, hvar er leiðslan hjá Kringvarpinum, sum gevur loyvi til at senda slíkt út? Skal slík svínagtigheit verða roknað sum mentan?? Sat eg í nevnd, sum hevði við leiðsluna hjá Kringvarpinum at gera so skuldi tað verið ein leið og hon skuldi verið út gjøgnum hurðina, ella í minsta lagið eina so kraftiga ávaring, sum eisini skuldi verið hildin.
Táið eg hevði sløkt flatskíggjan, settist eg niður at lesa og blaða í Dimmu. Fý for hundin, at rennið eg meg ikki í somu svínskheitina. Tvær vakrar damur í Føroyskum búna, við somu svínskari yvirskift. Eg hugsaði - er hettar virkuliga góða gamla Dimma, sum er farin útí hesa svínskheitina eisini?
Tað er ikki langtsíðan, at føroyski búnin bleiv brúktur, í samband við stripping, og nú forsetur í svínsku Dimmu. Her meini eg at Klandursstýrið hevur eina uppgávu, at verja okkum um Tjóðbúnan, sum helst er hann vakrasti í heiminum og eigur at verja okkum sum tjóð.