Ungdómssamstarv í Útnorði


 

Tíðindaskriv



Um vikuskiftið 30. aug. - 2. sept. hevur FUR (Føroya Ungdómsráð) havt vitjan úr Íslandi og Grønlandi.

Formenn og aðalskrivarar úr SORLAK - grønlandska ungdómsráðnum, UMFI - Ungmennafélag Íslands og FUR - Føroya Ungdómsráð hava fundast um vikuskiftið á Hotel Eiði um at fáa í lag eitt skipað ungdómssamstarv í Útnorði.

Á fundinum varð ein samstarvsavtala undirskrivað. Samstarvið verður nevnt Vest Nordisk Ungdomsforum, og hevur til endamáls at fremja samstarv millum ungdómsráðini og skipaðu barna- og ungdómsfelagsskapirnar í Grønlandi, Íslandi og Føroyum. Eisini er ætlanin at hetta forum skal styrkja leiklutin hjá ungdóminum í útnorði í norðurlendska samstarvinum annars.

Samstarvsavtalan fevnir m.a. um at skipa fyri tveimum árligum afturvendandi tiltøkum, sum skulu ganga uppá skift millum londini. Her er talan um ein fund har formaður og aðalskrivari í ungdómsráðunum hittast, og eini ráðstevnu fyri ung, sum eru virkin í skipaða ungdómsarbeiðinum. Skrivstovan hjá Vest Nordisk Ungdomsforum verður hjá FUR.

Fyrsta tiltakið hjá Vest Norden Ungdomsforum verður ein ungdómsráðstevna við uml. 30 luttakarum, sum skal haldast í Føroyum 2. - 5. november í ár.

Stuðul er fingin frá Norðurlendska Ráðharraráðnum; men ætlanin er eisini at fáa Útnorðurráðnum at stuðla hesum samstarvinum, sum uttan iva kann koma at hava stóran týdning fyri samstarvið millum londini í Útnorði.