Vikuskiftið 30. september til 2. oktober verður skipað fyri ungdómsráðstevnu á Háskúlanum í Havn, har ung í aldrinum 14-18 hava møguleika at luttaka. Tað eru Tórshavnar kommuna og Føroya Ungdómsráð, sum skipa fyri ráðstevnuni, sum hevur til endamáls, at geva teimum ungu møguleikan, at bera fram teirra hugsjónir, um hvussu man kann betra um umstøðurnar hjá ungdóminum.
Eisini er hetta ein roynd at skapa eitt forum, har tey ungu fáa møguleika at møta øðrum ungum, deila royndir, menna og kveikja teirra skapandi og listarligu evnir. Ein partur av ráðstevnuni verður eisini, at tey ungu sleppa at viðgera ungdómssamleikan sum heild, val, virðir, vinir o.a,. sum hoyrir ungdóminum til.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Øll ung boðin við
Í hesum døgum eru faldarar og plakatir borðin út á allar skúlar í landinum, ið hava framhaldsdeildir, og til ber hjá áhugaðum millum 14-18 at melda til á heimasíðuni www.torshavn.fo.
Undir herrópinum Hetta er tín kommuna verður skipað fyrilestrum og verkstøðum. Tað eru Alisa Hammer og Salua Manai, ið til dagligt starvast á Margarinfabrikkini í Havn, sum samskipa tiltakið. Tær siga við Sosialin, at tær hava lagt dent á góðsku. Allir verkstaðsleiðarar eru dugnaligir, og flest allir ungir. Tað er sera týdningarmikið, at luttakararnir kunnu identifisera seg við verkstaðleiðararnar. Hetta eru somuleiðis fólk við góðum royndum innan teirra øki, og í fleiri førum kend andlit.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Verkstaðir í heimsflokki
Skipað verður fyri dansiverkstaði, filmsverkstaði, handlistaverkstaði, myndlistaverkstaði, sjónleikarverkstaði, tónleikaverkstaði, øðrvísi ítróttar verkstaði og einum ungdómspolitiskum verkstaði. Í ungdómspolitiska verkstaðnum verður arbeitt við hvussu umstøðurnar hjá teimum ungu kunnu betrast. Tey, ið luttaka á hesum verkstaði, fara somuleiðis runt á hinar verkstaðirnar, at fáa teirra íkast til hetta spennandi mál.
Dansiverkstaðurin hevur útlendskar lærarar, men annars eru allir lærararnir føroyingar, ið á onkran hátt skara framúr á sínum økið. Allir verkstaðirnir uttan tann í øðrvísi ítrótti og tann ungdómspolitiski, krevja ein grundleggjandi kunnleika til evnið.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Kanna trivnaðin
Ráðstevnan er fyri Tórshavnar kommunu ein partur av einum størri átakið har arbeitt verður við at betra um trivnaðin millum tey ungu í kommununi. Í fjør var stór kanning gjørd á øllum framhaldsdeildum, fyri at kannað trivnaðin, og niðurstøðurnar á hesi ráðstevnuni verða nýttar til at geva tølunum í kanningini eitt kvalitativ mótspæl.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Politikarar bodnir við
Allir býráðspolitikararnir í Havn eru bodnir at luttaka á ráðstevnuni leygardagin, har fáa teir høvið at ganga runt, og tosað við tey ungu. Eisini eru aðrir politikkarar vælkomnir sigur Salua Manai við Sosialin. Hon leggur afturat, at tær hava tosa við onkran býráðspolitikara í Klaksvík, ið hevur sagt, at Klaksvíkin eisini verður umboðað.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Sýning í Norðurlandahúsinum
Ráðstevnan endar við eini stórari sýning sunnudagin 2. oktober í Norðurlandahúsinum. Umframt tann skapandi partin verður eisini skipað fyri pallborðsfundi, har ungdómpolitikkurin verður settur á skrá. Við pallborðið sita luttakarar úr ungdómspolitiska verkstaðnum og politikarar.
Í sambandi við stevnuna er danski fyrilestarhaldarin Søren Lynge í Føroyum saman við sjey ungum fólkum. Tey ferðast til dagligt kring Danmark við fyrilestrinum Dit liv dit valg, hesin fyrilestur verður almennur. Fyrilesturin verður í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, leygardagin 1. oktober kl. 15. Eingin tilmelding er neyðug til fyrilesturin, men atgongumerkið kostar 150 kr.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Tilmelding
Seinasta freist at melda luttøku til ráðstevnuna er 26. september. Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er kr. 300,- í hesum er matur íroknaður. Eru aðrir spurningar, ber til at senda ein teldupost til ung@torshavn.fo.