Ungdómsráð skal skipast í Eysturkommunu

Á býráðsfundi í Eysturkommunu seinasta hósdag samtykti býráðið at skipa eitt ungdómsráð í kommununi.

 

Ungdómsráðið skal mannast við einum umboði úr hvørjum skúlaflokki úr 6.-10. flokki í Eysturkommunu. Haraftrat verða tvey umboð fyri Eysturkommunu við í ráðnum, eitt úr býráðnum og eitt úr fyrisitingini.

Á heimasíðuni hjá Eysturkommunu í dag vísa tey til barna-og ungdómspolitikkinum hjá kommununi, “Børn og ung - okkara felags ábyrgd”, sum varð samtyktur í juni mánaði í 2018.

Her stendur m.a. fylgjandi:

"Skipast skal ungdómsráð, har børn og ung hava møguleika at greiða býráðnum frá og siga sína hugsan. Ráðið er ein hugskotsbanki, har børn og ung viðgera viðkomandi mál í samfelagnum.”

- Næsta stig verður at gera eina lýsing og arbeiðssetning fyri Ungdómsráðið til býráðið at samtykkja, siga tey í Eysturkommunu í dag.