Í Havn eru nú skjótt 4 ungdómstilboð og 2 onnur eru á veg. Eisini á Eiði, Tvøroyri, Vestmanna, Klaksvík og Toftum eru nú ungdómshús. Hetta er at frøast um.
Sum støðan er í dag, eru tað fleiri kommunur, sum ikki hava ráð til at gera eitt ungdómshús ella ungdómstilboð til teirra ungu.
Nógvar kommunur eru sera illa fyri fíggjarliga og hava ikki ráð, at fíggja slíkt ungdómsvirksemi.
Vit vita væl, hvussu nógv fyribyrgjandi arbeiði er í tílíkum ungdómsarbeiði. Summar kommunur hava hóast alt hølir til endamálið. Men tær vanta pening til rakstur fyri at bjóða tílíkt ungdómstilboð til teirra ungu og tað er ikki neyðugt at hava opið hvørt kvøld. Um opið var einar 3 ferðir um vikuna, hevði bøtt væl um støðuna.
Eg haldi at tað er upplagt, at landið stuðlar kommununum á hesum øki. Sum nú er ber til at søkja mentamálaráði um stuðul til ymist ungdómsarbeiði frá sokallaðu” tippi pengum”. Hetta er sjálvsagt kærkomið og gleðiligt.
Hetta við, hvør skuldi fingið pening av “tippi pengunum”, kundi verði víðkað á ein ella annan hátt. Soleiðis, at kommunur sum eru illa fyri fíggjarliga kundi fingið stuðul til at byrja slíkt fyribyrgjandi ungdómsvirksemi. Ella, at ein onnur stuðulsskipan kom í staðin.
Eg haldi eisini, at núverandi ungdómshús runt landið kundi sloppið undan at goldið MVG, á sama hátt sum aðrir felagsskapir, sloppið undan herfyri.
Vit hava sjálvandi eisini aðrar felagsskapir sum gera eitt gott fyribyrgjandi barna og ungdómsarbeiði.
Eitt nú hava vit enn Barnabati, sum ger eitt megnar arbeiði fyri okkara børn og ungu. Her hava landsins myndugleikar gjørt av, at skera teirra játtan so mikið nógv, at tey noyðast næstan, at lukka teirra virksemi niður av somu orsøk.
Hinvegin er tað sjálvandi gleðiligt, at vit fáa ein nýggjan musikkskúla í Tórshavn. Tað er minni gleðiligt, at vit ikki hava ein eftirskúla í Føroyum og ungdómar fara av landinum av somu orsøk. At vit ikki hava ein eftirskúla, er ikki ein góð politisk raðfesting inn í framtíðina.
Hetta gongur jú alt út yvir okkara framtíð, og framtíðin er jú børnini og tey ungu. Tí er tað neyðugt at vit føra skilagóðan barna og ungdómspolitikk um alt landið.
Tað er nógv annað sum eg kundi tikið við her, men hetta er nakað av tí, sum vit mugu raðfesta hægri og øðrvísi.