Ungdómslistastevna

Enn grør um gangandi fót verður oftani tikið til. Og hetta mugu vit sanna, tá tað kemur til list og mentan í hesum landi. Hóast mong myrk skíggj og hóast almenna orðaskiftið ella keglið er rættiliga nógv merkt av klanduri og skuldsetingum og oftani lítið konstruktivt og uppbyggjandi, so eiga vit framvegis eitt virkið lista- og mentanarlív. Og hetta kemur til sjóndar hvønn dag kring alt landið. Eitt av hesum spírandi og livandi tiltøkunum er ungdómslistastevnan, sum verður 26. til 28. februar í Norðurlandahúsinum. Stigtakararnir gera í dag vart við, at tekningarfreistin er úti fríggjadagin.

Undir heitinum “Ung í Føroyum 2010” kunnu øll ung í landinum, sum hava listarlig áhugamál ella fáast við eitthvørt, ið hevur við list at gera, koma og hitta onnur, sum hava somu áhugamál og læra nýtt av hvørjum øðrum og av kendum føroyskum og útlendskum listafólkum. Er man fyltur 13, men enn ikki 19 og spælir tónleik, sjónleik, málar, dansar, skrivar ella okkurt heilt annað spennandi, so er hetta staðið at vera verður sagt í fráboðan.

Ung í Føroyum er fyri øll ung, sum eru listarliga áhugað, bæði til tey royndu, tey, sum júst eru byrjað ella til tey, sum ætla sær í gongd. Á stevnuni ber til at royna nýggjar leiðir og mennast innan mong listaøki, men tað ber eisini til at royna okkurt annað enn tað man fæst við til dagligt. Her kunnu ung hitta onnur ung, sum fáast við tað sama, hitta javnlíkar og eisini síggja, at alt ber til – bert hugflogið setur markið siga stigtakararnir.

Fjølbroytt skrá er fyri stevnuna. Har verður listaframsýning og sýning av teimum tónleika-, sjónleika- dansi- ella filmsverkunum og øðrum luttakarasrnir sjálvir hava fyrireikað frammanundan. Arbeitt verður í verksmiðjum allan dagin við spennandi yrkislistafólkum sum vegleiðarar. Um kvøldið er hugnakvøld og opin pallur. Stevnan endar við eini stórari framsýning, har almenningurin hevur atgongd. Til at leggja teimum ungu lag á og samskipa tiltøkini eru fleiri kend og sera virkin føroysk listafólk.

Vit kunnu bara vóna, at listastevnan fyri ung verður eins væl eydnað sum tær undanfarnu. Hetta er eitt frálíkt tiltak, tí tørvur er í føroyska samfelagnum at fokusera meira uppá tey ungu, sum hava áhuga fyri list. Vit vita øll, hvussu nógv orka fer til annað ungdómsarbeiði, sum eisini er óført, eitt nú á ítróttar- og tí andliga økinum. Men vit mugu so sanniliga ikki gloyma listina. Gott í tykkum, sum skipa fyri. Og eingin ivi er um, at her verða týðandi spírar lagdir. Og hvør veit um ikki fleiri av hesum ungfólkum ein dag í framtíðini verða okkara listarligu kyndlaberarar. Tað hevur so ómetaliga nógv at siga, at tey ungu verða hildin til. At eisini tey hava umstøður at brúka síni evni. At tey vaksnu eru um tey og stuðla teimum. At fakfólk og listafólk geva teimum íblástur.

Aftur her kemur okkara kæra Norðurlandahús til sín rætt. Her eru karmar, sum vit øll kunnu hava gleði av. Ung í Føroyum 2010 listastevnan er so bara eitt av mongu tiltøkunum, sum Norðurlandahúsinum er karmur um. Góða eydnu.

Sosialurin