Ungdómsleiðaraskeið í Nesvík

Heimamissiónsungdómur (HMU) skipar saman við KFS fyri einum ungdómsleiðaraskeið 29.-30. september. Skeiðið hevur verið afturvendandi í nøkur ár. Í ár hava tey fingið ein danskara, Frank Kristensen, at hava bíbliuundirvísingina, og ætlanin er, at undirvísingin skal vera sera intensiv.

Frank Kristensen er lærari á LTC, sum er bíbliuskúlin hjá KFS (Kristiligt Forbund for Studerende). KFS ger evangeliserandi arbeiði á miðnámsskúlum og universitetum. KFS er eisini virkið í Føroyum, og tey skipa fyri andaktum á ymiskum miðnámsskúlum.
Tað er KFS-Føroyar og HMU, sum saman skipa fyri skeiðnum. Á heimasíðuni hjá Heimamissiónini www.mission.fo stendur, at skeiðið er fyri núverandi og komandi ungdómsleiðarar í einum missións-/meinigheitshúsi ella í KFS-arbeiði.
Skeiðið byrjar fríggjakvøldið og endar leygarkvøldið.