Men enn eru nógvar legur eftir á skránni. Tær eru bæði familjulegur, bíbliuskeið, ein lega fyri menn, ein onnur fyri kvinnur, og ein fyri hjún. Síðsta lega á skránni í ár er í oktobur, tá tey 14-17 ára gomlu fara á heystlegu.
Húsið á Vatnsoyrum var bygt í 1967, síðan tað hava legur verið á Zarepta uttan slit. Zarepta er bygt nógv út síðan fyrstu legurnar og eisini eru frítíðarmøguleikarnir blivnir fleiri við árunum. Fyri nøkrum árum síðani fekk Zarepta eina hoppipútu, ið er sera væl umtókt, bæði millum børnini og tey ungu, og tvey tey síðstu árini er spæliplássið blivið gjørt av nýggjum.










