Tey hava fyrireika hesa forkunnugari og spennandi leguna í eina tíð. Og nú er skráin umsíðir liðug.
Legan byrjar hóskvøldið 1. mars kl 18, í somu løtu sum Norröna leggur frá landi í Havn. Endað verður, tá Norröna kemur aftur mánamorgunin 5. mars kl. 6.
Umborð á Norröna verða samansjóðandi tiltøk, møti og bíbliutímar fyri øll hesi ungu, sum skulu vera yvir 18 ár.
Fyrireikararnir vóna kortini, at tey eisini fara at síggja nógv eldri ung við á túrinum.
- Hetta er ein góður møguleiki hjá ungum hjúnum at koma á ungdómslegu aftur, sigur ein av stigtakarunum Reimund Langgaard.
Kostnaðurin fyri túrin er 800 kr fyri hvønn, tá er íroknað gisting og undirvísing, bæði umborð á Norrönu og í Bergen.
Undirvísing og ungdómsmøti
Skráin fyri leguna umfatar ikki einans tiltøk umborð á Norrönu. Farið verður eisini í land.
Tá Norröna leggur at í Bergen, fara leguluttakarnir í land, og leggja leiðina á bíbliuskúlan í býnum Bildøy, har nógvir føroyingar hava verið.
Her skulu tey gista í tvær nætur, meðan Norröna siglir til Danmarkar og aftur til Bergen.
Á uppihaldinum í Bergen koma norskir bibliuskúlalærarar at undirvísa teimum føroysku ungdómunum. Høvi verður kortini til annað, tí seinnapartin leygardagin verður ein fríløta, har møguleiki verður at hyggja seg um og at shoppa.
Leygarkvøldið er ætlanin at luttaka á einum stórum norskum ungdómsmøti í Bergen.
Sunnumorgunin kemur Norrøna aftur eftir luttakarunum í Bergen, fyri síðan at føra tey heim aftur til Føroya. Her verður so aftur undirvísing, møtir og hugni umborð, til tey koma á Havnina mánamorgun kl 6.